Hanus G & Trio Svin

Hanus G:
Tað er okkum í Tónleikasamtakinum Grót altíð ein fragd, at kunna bjóða Hanusi á pall hjá okkum í Töting.
Hanus G. er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Hann er partur av teirri ríku norðurlendsku og föroysku fólkatónleikasiðvenjuni og er ein vísutulkari á hægsta stigi.
Hanus G. skapar við sínum tulkingum eitt serligt huglag, og hann rakar heilt inn í fólkasálina við sínum hjartanemandi og hugtakandi framförslum, sum tíðum eru yndisligar, tíðum daprar og dramatiskar.

Trio Svin:
Danska trio´in borgar fyri Tungum rútmur, bráðræsið spæli og ótamdari orku. Teir eru sera lívligir og stuttligir á palli, og verða tí ein sera frísk byrjan uppá summari.

Sum ein mótstöðurörsla til tann vakra norðurlendska fólkatónleikin, so stríðist Trio Svin eitt heiðurligt stríð, fyri at gera heimin eitt sindur meira andskræmiligan við hvörjari konsert. Trio Svin er kjölfestur í norðurlendsku og amerikonsku fólkatónleikarasiðvenjuni, bara við einum skálkabrosi, einari örari tónlistarligari tilgongd, og einum listinlærdum hugburði. Trio Svin spælir júst tann fólkatónleikin, sum tygum ikki visti, at tygum hövdu törv á.

Teirra ráa og ektaða úttrykk endaði við einari tilnevning sum "ársins talent", tá DMA Roots-heiðurslönirnar skuldu handast í 2020.

Slagverk: Magnus Heebøll
Gittar: Søren Røgen
Fiól: Thyge van Dassen